Tað skrivar netmiðilin Intrafish.
Miðilin hevur kannað, hvørji lond nú eru leiðandi útflytarar til Russlands í bólkinum "fiska og skeljadjór", eftir at hørð revsitiltøk er sett ímóti Russlandi.
Innflutningurin av fiski og skeljadjórum frá fleiri londum hækkaði eisini sum avleiðing av revsitiltøkum ímóti Russlandi.
Eftir eina metta afturgongd upp á 30 prosent í fjør er innflutningurin av fiski og skeljadjórum til Russland í framgongd, í stóran mun takkað verið fiski og skeljadjórum úr Føroyum, skrivar Intrafish.
Les eisini: Onnur lond útflyta eisini meira til Russlands
Sambært Russia's Fishing Union, eitt bransjufelag, sum umboðar fleiri fiskavirkingarfeløg og handilsumboð, innflutti Russland 345.000 tons av fiski og skeljadjórum ársins fyrstu sjey mánaðir, og tað er ein vøkstur upp á 23 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør. Russiska hagtalstænastan, Rossstat, hevur sagt frá enn størri vøkstri upp á 36 prosent.
Landsins samlaða virði av fiska og skeljadjórainnflutningi vaks 17 prosent til 1,3 millardir dollarar ársins fyrstu sjey mánaðir. Útflutningurinv úr Føroyum vaks 52 prosent og kom upp um 60.000 tons, sum ger Føroyar til størsta veitara av fiski og skeljadjórum til Russland.
Sambært Rosrybolovstvo, sum er russiska fiskivinnuumboðið, hækkaði innflutningurin av frystum fiski við 46 prosentum til 153.000 tons, og innflutningurin av krabbadjórum og lindýrjorum tvífaldaðist til 73.000 tons.











