Fyri fyrstu ferð nakrantíð er tað í løtuni EM undankappingardystur í Klaksvík. Tað er U-21 landsliðið, sum hevur vitjan av Norður Makedonia. Fyrri hálvleikur er liðugur, og støðan er 1-0 til Føroyar. Málið varð skorað eftir smáar tíggju minuttir. Føroyar áttu horna úr høgru, sum Stefan Radosavljevic legði innfyri. Við handara stólpa var eyðsýndi miðverjin Andrias Edmundsson hægstur og stýrdi við høvdinum bólin inn undir málið. Har varð støðan heilt vandamikil, málverjin royndi at sparka bóltin burtur, men tað endaði við, at bólturin umvegis ryggin á Andrass Johansen fór inn um málstrikuna.
Fyrstu løtuna vóru heimamenninir grammir, meðan gestirnir tóktust hava trupulleikar av graslíkinum, sum teir ikki eru vanir at spæla á.
Norður Makedonia mentist, tað vóru fleiri spentar støður í og kring føroyska brotsteigin, Bjarti Vitalis Mørk hevði fína bjarging eftir flatt skot av brotsteigarmarkinum, og eftir horna úr høgru høvdu gestirnir fimm minuttir undan steðginum heilt stóran møguleika at javna, men bólturin varð stútaður framvið handara stólpa.
Tað regnar, og tað er eitt frískt lot. Tað órógvar ikki fótbóltsspælið, men sjálvandi eru føroysku spælararnir meiri vanir við at spæla fótbólt í sovornum líkindum, enn teir úr Norður Makedonia eru.
Føroyar – Norður Makedonia
U-21 EM undankappingardystur í Klaksvík hósdagin 7. oktober 2021 kl. 14.00
1-0: Andrass Johansen 8.
Dómarabólkur úr Ungarn: Ferenc Karakó, Istvan Albert, Gergo Vigh-tarsonyi og Mihály Káprály (4. dómari)
Føroyar: Bjarti Vitalis Mørk – Hanus Sørensen, Andrias Edmundsson, Børge Petersen, Pætur Turiðarson Skipanes – Símun Sólheim, Stefan Radosavljevic, Noah Mneney, Andrass Johansen, Lukas G. Giessing – Jonn Johannesen
Á beinkinum: Rasmus Nilsson, Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Heini Sørensen, Steffan A. Løkin, Ingi Jonhardsson, Gullbrandur Øregaard, Áki D. Samuelsen og Ragnar Skála
Gult kort: Noah Mneney
Venjari: Sámal Erik Hentze
Hjálparvenjari: Atli Gregersen











