Føroyar bundnar saman í eitt og sama veganet

Orðaskiftið á Løgtingið í dag staðfestur, at breið undirtøka er fyri Suðuroyartunlinum, skrivar Dennis Holm, landsstýrismaður.

Undir hesi yvirskirftskrivar Landsstýrismaðurin Dennis Holm í kvøld eina viðmerking á facebook, har hann rør framundir, at Suðuroyartunnil er veruleiki um 8 - 10 ár.

 

Landsstýrismaðurin skrivar:

 

Um eini 8-10 ár, so verður hendan modernað útgáva av nýggja Føroyakortinum veruleiki - eitt kort, sum vísur hvussu stórur partur av Føroyum er knýttur saman í eitt og sama veganet - hvussu eini 99% av føroyafólki kunnu koyra úr túninum hvør hjá øðrum uttan at verða "avmarkaði" av túratali, ferðaætlan ella avmarkaðum kapasiteti á leiðini.

 

Orðaskiftið á Løgtingið í dag staðfestur, at breið undirtøka er fyri Suðuroyartunlinum, skrivar Dennis Holm, landsstýrismaður á sínum vanga á facebook og leggur við nútímans mynd av Føroyum, har oyggjarnar eru bundnar saman.