Sólarmyrkingin og miðvísa marknaðarføringin av Føroyum sum ferðafólkaland tykist veruliga at geva oyggjunum fjølmiðlarúm úti í heimi. Nú eru Føroyar á topp 40 listanum hjá viðurkenda bretska blaðnum The Guardian.
- Hví ikki fara til eitt land, ið veruliga hevur okkurt at hátíðarhalda í ár? Upplagda ferðamálið fyri ta djarva ferðafólki, ið er fyrireikað til skiftandi veður, eru Føroyar, sum fáa alla sólarmyrkingina við í 2015, skrivar The Guardian.
Tað er 20. mars, at sólarmyrkingin fer fram, og Føroyar - saman við Svalbard - eru tey fremstu støðini at vitja, um øll sólarmyrkingin skal fáast við. Visit Faroe Islands hevur eisini boðað frá stórum áhuga at koma hendan vegin til sólarmyrkingina, har um 6.000 ferðafólk longu væntast at vera í Føroyum 20. mars.