Føroyabankatoskurin skorin

Í morgun stóðu Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg uttan fyri Áarstovu í Havn og skóru toskin, sum Magnus Heinason hevur fingið á Føroya Banka.

 

Fongurin hjá Magnusi Heinasyni var hesa ferð 30 toskar, sum stjórin á Tavuni, Ingvar Joensen, og Ólavur Sjúrðarberg fingu at skera. Slíkir toskar viga gjarna eini 20-30 pund hvør.

 

Aftur í ár verður tað matstovan Barbara, sum fer at borðreiða við Føroyabankatoski, og nærri verður at frætta seinni, hvussu tilreiðingin hesaferð verður.

 

- Føroyabankatoskurin er krúnjuvelurin hjá Føroyum innan fiskatilfeingi. Hann er eisini ein partur av okkara samleika, og stórur áhugi er fyri toskakvøldunum á Barbaru, sigur íbirtarin, Johan Mortensen.