– Vegna P/F Telefonverkið, Klingran 5, 110 Tórshavn, verða lýst til sølu 43,9%, av samlaða partapeninginum í P/F Formula. Talan er um 5.101.239 partabrøv av samlaða partapeninginum í felagnum.
Soleiðis skrivar advokatskrivstovan Faroe Law í lýsing í Sosialinum í kvøld.
Føroya Tele eigur 78 prosent av partapeninginum í P/F Formula, so eftir søluna verður ognarparturin hjá Føroya Tele 34,1 prosent – ella beint oman fyri ein triðing av partapeninginum, sum meirkir, at Føroya Tele kann vera blokerandi minniluti, um nú eitt nú viðtøkur í felagnum skulu broytast.
Í § 7 í viðtøkunum fyri Formula eru serligar ásetingar um forkeypsrætt, viðsølurætt og viðsøluskyldu fyri hinar partaeigararnar í felagnum, sum gera, at einum keypara kann verður álagt at keypa upp til 66% av partabrøvunum, svarandi til 7.669.976 partabrøv.
Seljarin treytar sær:
Partabrøvini verða lýst til sølu undir einum, og tað ber sostatt bert til at bjóða upp á samlaða ognarlutin á nominelt 5.101.239 partabrøv. Boð, sum ikki ljóða upp á samlaða partin, verða tískil ikki roknað sum móttikin. Eisini má boðgevarin svara fyri, at hann er til reiðar og hevur fígging til at keypa upp til 66% av samlaða partapeninginum. Boðgevari skal skjalprógva, at haldgóð fígging er tøk fyri tilboðsupphæddini.
Seljarin treytar sær, at semja fæst við keyparan um ein partaeigarasáttmála millum seljaran og keyparan.
Seljarin treytar sær rætt til frítt at velja og vraka ímillum innkomin boð ella einki at taka. Eisini tilskilar seljarin sær rætt til at fara í samráðingar við tey, sum hava boði við tí endamáli at selja til tann, sum tá bjóðar bestu treytirnar.
Eginognin hjá P/F Formula var í seinasta ársroknskapi góðar 41 milliónir krónur.