Føroya Tele fingið sektaruppskot upp á 27 milliónir krónur

Kringvarpið veit at siga, at Kappingarráðið hevur meldað Føroya Tele til løgregluna

Tað hevur Kappingarráðið gjørt, eftir at hava kannað viðurskiftið hjá Føroya Tele, har almenna telefyritøkan skal hava misnýtt marknaðarstøðu sína á telemarknaðinum.

Michael Boolsen, fúti, váttar fyri Kringvarpinum, at Kappingarráðið hevur meldað eitt felag, uttan tó at siga, hvat felag talan er um.

Men nevndarformaðurin í Føroya Tele, Bjarne Arnason, váttar fyri Kringvarpinum, at tað er Føroya Tele, sum er meldað, og at Kappingarráðið mælir til eitt sektaruppskot upp á 27 milliónir krónur.