Hesa næsti tíðina verður uttan iva rættiligt lív í, í kjallarum og bilhúsum í Sandoynni. Tað eru Kristvør og Eivind Kolden í Skopun, sum hava tikið stig til eina sermerkta kappkoyring í Skopun, fyri kassabilar.
Tiltakið verður leygardagin 5. juli og har sleppa børnini at royna seg í kassabilum, sum tey sjálvi gera, men tað er ikki forboðið at fáa onkran vaksnan at hjálp sær. Tað ber eisini til at taka seg saman í lið, at upp til seks børn eru um ein kassabil.
Bæði gentur og dreingir kunnu melda til kappkoyringina og longu nú ber til at melda til. Tríggir vinnarar skulu finnast, bæði tann bilurin sum koyrir skjótast, tann sum er tryggastur, og so er eisini ein heiðursløn til tann sermerktasta bilin.
Ætlanin er at gera hetta til ein familjudag í Skopun, har ymiskt annað eisini er á skrá. Í hesum sambandi hava fyrireikararnir eisini heitt á felagið Føroya Ellisakfar um at vera við til at seta ein serligan dám á dagin við at koma til Skopunar at vísa gamlar bilar fram. |