Á Sjómannadegnum í ár verður borðreitt við einum rimmar stórum sjálvtøkuborðið við alskins rættum úr føroyskum fiski.
Sjómannadagurin byrjar longu mánadagin í komandi viku, og ígjøgnum alla vikuna verður nógv ymiskt á skránni. Millum annað fer Arne Vatnhamar at greiða frá fer síni á Mount Everest, og eisini verður almennur pallborðsfundur í Ósaskúlanum við heitinum Fiskatilfeingi við Føroyar í dag og í framtíðini.
Nú eru 10 ár liðin síðani Føroya fyrsti Sjómannadagur fór av bakkastokki, og tí verður tað gjørt serstakliga nógv burturúr í ár.
Sum nakað heilt nýtt verður borðreitt við einum stórum ókeypis sjálvtøkuborðið, við alskins rættum úr sjónum.
- Tær fyrstu fyrireikingarnar í samband við sjálvtøkuborðið vóru á fundinum í morgun, so hetta er rættiliga nýtt, og vit eru øgiliga spentir uppá hetta, sigur Karl Birgir Isaksen, ein av fyrireikarunum av Sjómannadegnum.
Hóast tað eru fyrireikararnar av Sjómannadegnum, ið eiga hugskoti aftanfyri sjóð sjálvtøkuborðið, so verður tað top professionellir kokkar, ið koma at standa fyri sjálvtøkuborðið. Kokkarnar verða millum annað lærarar á kokkaskúlanum í Klaksvík, ið dagliga arbeiða og undirvísa í fiskarættum.
Karl Birgir heldur sjálvur, at føroyingar mangla at vísa fram tí vøru sum teir sjálvir tilvirka.
- Vit liva dagligt av fiskivinnuni, og hon bæði tryggjar okkara vælferð og búskap, so tí skal hon eisini sýnast fram á einum Sjómannadegi, so at fólk kunnu síggja og njóta ágóðan av henni, sigur Karl Birgir.