Tað verður gjørt nógv burtur úr stóra fiskaborðinum á Sjómannadegnum í Klaksvík í morgin.
Edvard Olsen og Árni Múller hava staðið fyri fyrireikingunum, og í kvøld verður rokast óført á Kokkaskúlanum í Klaksvík.
Fiskaborðið á Sjómannadegnum bjóðar alt frá lippum og laksi til havtasku, tun og mangt annað.
Stóra fiskaborðið á Sjómannadegnum byrjar kl. 13.00 og heldur fram út á seinnapartin.