Føroya størsta einstaka arbeiðspláss

Tað eru ikki einans læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast á Landssjúkrahúsinum. Starvshópurin telur 850 starvsfólk, býtt á 30 starvsbólkar. 

 

Tí heldur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, at tað nærmast er ein sjálvfylgja, at Landssjúkrahúsið er umboðað á einum slíkum tiltaki.

- Landssjúkrahúsið er Føroya størsta einstaka arbeiðspláss. Her eru 850 starvsfólk, býtt á 30 starvsbólkar, so vit fevna víða. Hetta merkir sjálvandi eisini, at tað alla tíðina er tørvur á nýggjum fólki. Nøkur fara frá fyri aldur,  meðan onnur finna sær onnur størv, og tí er alla tíðina ein ávís útskifting í gongd á Landssjúkrahúsinum. Harumframt mennist arbeiðsplássið alla tíðina og tí hava vit ein áhaldandi tørv á fólki vð hægri útbúgving, greiðir Johnny í Grótinum frá.

 

30 ymiskir starvsbólkar ber brá um, at har arbeiða ikki einans læknar og sjúkrarøktarfrøðingar á arbeiðsplássinum, og tað váttar sjúkrahússtjórin eisini.

- Ein setur sjálvandi Landssjúkrahúsið í samband við læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, jarðarmøður og so framvegis fyrst, men sannleikin er, at hatta eru einans tey klinisku starvsfólkini. Vit hava eisini mong skrivstovufólk, fleiri vaskifólk, kantinufólk, handverkarar, maskinufólk og annað, sum øll eiga sín leiklut í rakstrinum av Landssjúkrahúsinum, sigur Johnny í Grótinum.

 

Johnny í Grótinum sigur, at Landssjúkrahúsið hevur luttikið á Jobmatch øll árini og eisini eru fleiri, sum hava fingið starv á Landssjúkrahúsinum eftir at hava møtt fólki á Jobmatch, kanska serliga innan onnur øki enn tað kliniska.

- Eg haldi, tað er her styrkin hjá Jobmatch er fyri Landssjúkrahúsið, at vit hava møguleikan at vísa á, at okkum tørvar nógv onnur starvsfólk enn einans tey læknafakligu. Hetta er kortini eisini eitt sera gott høvi at røkja sambandið við teir mongu læknalesandi føroyingarnar, sigur hann.

 

 Umframt at vera eitt arbeiðspláss, er Landssjúkrahúsið eisini eitt útbúgvingarstað, men ikki einans hjá læknum og sjúkrarøktarfrøðingum.

- Læknar og sjúkrarøktarfrøðingar hava sjávandi møguleikan at taka part av síni starvsvenjing her hjá okkum, men aðrar styttri útbúgvingar kunnu eisini gera sær dælt av Landssjúkrahúsinum. Í løtuni starvast fleiri skrivstovunæmingar hjá okkum, umframt at onkur lærlingar eisini eru í køkinum og á maskindeildini.Harumframt hava vit eisini møguleikan at bjóða læknalesandi at gera granskingarverkætlanir á Landssjúkrahúsinum í eitt ávíst tíðarskeið, seks ella tólv mánaðir. Vónin við hesum er sjálvandi, at onkur teirra skal fáa hug at vera verandi í starvi á Landssjúkrahúsinum, greiðir sjúkrahússtjórin frá.

 

Jobmatch verður í Norðurlandahúsinum í morgin frá klokkan 13.