Fyri nøkrum árum síðan keypti Miðlahúsið Føroya Myndakalendara, sum Jákup Andreas Arge gav út í mong ár.
Hetta hevur altíð verið ein sera snotuligur, snøggur og væl umtóktur kalendari, og tað er hann framvegis.
Kalendarin verður nógv keyptur sum jólagáva til familju, vinir og kenningar, og tað eru mong, sum eisini keypa kalendaran og senda hann av landinum til onkran, tey kenna ella á ymiskan hátt hava samband við.
Føroya Myndakalendari er prýddur við vøkrum myndum av eitt nú landsløgum, bygdaløgum og býum, sum á ymiskan hátt mynda árstíðina.
Miðlahúsið leggur stóran dent á, at kalendarin er klárur til summarið, tí tá eru tað ikki minst útlendingar, sum vitja her á klettunum, ið vilja ogna sær hann sum eitt vakurt minnið at hava heimaftur við sær úr Føroyum.
Umframt at Føroya Myndakalendari fæst til keypt kring Føroyar, eru fólk eisini vælkomin at støkka inn á gólvið í Miðlahúsinum í Vágsbotni – ella at ringja til Miðlahúsið og bíleggja hann umvegis telefon.
Tað eru eisini fleiri útisetar, sum ringja ella senda teldupost á post(at)sosialurin.fo og bíleggja Føroya Myndakalendara, sum Miðlahúsið síðan sendir av landinum.