Føroya Gospeltónleikarafelag eykaaðalfund

»Føroya Gospetónleikarafelag« varð stovnað í november mánað í 1996, og felagið fekk fleiri limir.

»Føroya Gospetónleikarafelag« varð stovnað í november mánað í 1996, og felagið fekk fleiri limir.

Síðani hesa byrjan, hevur felagið verið virkið við virknari nevnd. M.a. átók nevndin sær felagsins vegna at skipa fyri árliga Gospelfestivalinum, ið varð hildin í mai mánaði í ar, við m.a. heimskenda gospel-sangarnum Andraé Crouch. Harumframt fingu átta ymiskir føroyskir bólkar eisini innivist og fingu rættuliga roynt seg.

Eisini hevur nevndin arbeitt við uppskot til nýggjar viðtøkur fyri felagið, sum sjálvandi skulueggjast fram fyri limirnar til góðkenningar.

Við hesum skrivi verður tí sagt frá, at felagið kemur at hava eyka-aðalfund tann 11. oktober inni í »Kelduni« í Skálabotni, har eisini samstundis verður heitt á limir felagsins um at møta upp. Nýggir limir kunnu eisini møta upp og tekna seg.

Víst verður til kunngerð í blaðnum í dag, nær hesin fundur verður, og hvør skráin verður.