Føroya fyrsta: Elektrisitetsverkið í Botni 100 ár

Tað eru í dag 100 ár síðani, at føroyingar fyrstu ferð kundu tendra eina el-peru, ella á annan hátt nýta el-orku, og hentta hendi suðuri í Vági.

 

Suðurrás skrivar m.a. soleiðis í dag:

 

18. juli 1921 var ein stórur dagur í Vági og ein stórur dagur fyri Føroyar. Hendan dagin varð elektrisitetsverkið í Botni tikið í nýtslu – og er tað sostatt í dag 100 ár síðani Botnverkið varð tikið í nýtslu.

 

Ein av undangongumonnunum til at Botnverkið gjørdist veruleiki var Petur Dahl á Gørðunum, sum varð valdur til sóknarstýrisformann á valinum í 1918. Í Sóknarstýrinum sótu tá Petur Dahl, Magnus Dahl, Johan Nolsøe, Johan Mortensen og Jaspur A. Hjelm. Allir vóru keypmenn og reiðarar og allir uttan Jaspur Hjelm vóru nývaldir.

 

Petur á Gørðunum telist millum stóru undangongumenninar í Vági. Í 25 ár sat hann í sóknarstýrinum í Vági, frá tí at Vágs kommuna varð stovnað sum sjálvstøðug kommuna í 1907 fram til 1934 (við undantøku av krígsárunum 1914-1918). Í 20 ár var hann sóknarstýrisformaður (borgarstjóri) og stóð á odda fyri einari røð av nýbyggingum og nýhugsanum í Vági. Ein tann størsta var helst elektrisitetsverkið í Botni.

 

Hetta skrivar www.sudurras.fo og har er eisini meira at lesa um fyrsta elverk í Føroyum.