Herfyri var norðurlendskur BirdLife fundur hildin. Umboð úr Danmark, Íslandi, Finnlandi, Norra, Svøríki og Føroyum vóru við. Høvuðsendamálið var at koma saman og tosa um tær avbjóðingar og møguleikar sum feløgini hava í felag, og læra av átøkum og royndum hjá hvørjum øðrum. Hesir fundir verða hildnir regluliga og geva nógvan íblástur til arbeiðið. Fundirnir slóða fyri samstarvið um størri verkætlanir tvørtur um londini.
Í ár var BirdLife Sverige vertur, tey bjóðaðu feløgunum til Áland. Har fingu tey høvi at vitja á Ottenby Fågelstation, ið BirdLife Sverige varar av. Ringmerkingarstøðin varð stovnað í 1946, og hevur síðani tað kortlagt broytingar í stovnsstøddum hjá ymsu fuglasløgunum, ið koma framvið økinum.
Feløgini løgdu fram um tey átøk sum tey hava havt góðar royndir við, og hvussu tey skipa sítt virksemi. Millum annað, hvussu dentur verður lagdur á at fáa børn og ung áhugaði í fugli og náttúru sum heild. Eisini vóru fleiri áhugaverdir fuglatúrar í økinum.