Í dag fyllir Føroya elsti maður, Theodor Thomassen úr Sørvági, 107 ár.
Theodor varð borin í heim í 1908, og hevur hann harvið uppliva flestu av stórhendingunum í farnu øld, harímillum báðar veraldarbardagarnar, umframt at hava verið vitni til rúkandi menningina av føroyska samfelagnum í 20. øld.
Bara á politiska økinum kann nevnast, at tá Theodor Thomassen varð føddur í 1908, var Sambandsflokkurin, ið varð stovnaður í 1906, einasti flokkur í Føroyum. Sjálvstýrisflokkurin varð stovnaður í 1909.
Við sínum 107 árum, er Theodor Thomassen nú tvey ár eldri enn Drikka á Fløtti, ið átti metið áðrenn Theodor, var, tá hon doyði 23. november 1980, 105 ára gomul.
Men hóast Drikka á Fløtti var elsta fólk í Føroyum, so gjørdist Johannes Tauser, sum var ættaður av Eiði, men búði í Helsingør í Danmark, eldri enn hon. Honum restaði góður mánaði at gerast 106, tá hann doyði 15. januar í 2008. Hann varð føddur 23. februar í 1902.










