Tey seinastu mongu árini hevur Føroya Bjór verið stuðul fyri eini parakapping hjá Føroya Bridgesambandi, ið verður leikt kring landið.
Tað sermerkta og áhugaverda við hesi kapping er, at somu spøl verða leikt á øllum plássum samstundis. Í ár verður spælt í Tórshavn, Eysturoynni og í Klaksvík.
Spølini verða teldugivin, og verða tað givin fleiri sett av somu spølum, sum síðani verða send til spælistøðini.
Í ár verður spælt í 5 ella 6-borðs rekkju, alt eftir tilmelding á staðnum, og í mesta lagi vera tað spæld 36 spøl.
Tá kappingin er liðug leygarkvøldið, verður gjørt upp sum vanlig parakapping, og fáa vinnarnir virðisløn.
Úrslitini verða síðani send til Føroya Bridgesamband, ið samskipar uppgerðina av kappingini, og fáa vinnararnir av samlaðu kappingini enn eina virðisløn.
Føroya Bridgesamband upplýsir, at seinasta freist at boða frá luttøku er í kvøld á tel. 18721 áðrenn klokkan 23.