Føroya Bjór nýggja útsølu á Fornagørðum

Niðanfyri verandi útsøluhøli hjá Føroya Bjór á Fornagørðum í Klaksvík er í dag latin upp nýggj og snotilig útsøla, sum eisini letur upp fyri søguni hjá Føroya Bjór.

Niðanfyri verandi útsøluhøli hjá Føroya Bjór á Fornagørðum í Klaksvík er í dag latin upp nýggj og snotilig útsøla, sum eisini letur upp fyri søguni hjá Føroya Bjór.

 

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur hevur havt sínar strikur við í spælinum her. Tú sært partar av verandi bryggjaríi, stólin hjá gamla Símun í Vági og hugnaliga myndir á vegginum, umframt at hølini er rúmlig, ljós og innbjóðandi.

 

Vøruúrvalir er størri og verður eisini goymt í kuldaskápi, ynskir tú vøruna kalda.

 

Sigast má, at nýggja útsølan er sera snotulig og hugnalig at vitja. Afturat sjálvum útsøluhølunum, er eisini móttøkuhøli, har til ber at sleppa av við tómar fløskur og gott parinkeringspláss er frammanfyri nýggju útsøluna hjá Føroya Bjór.

 

Føroya Bjór fær, umframt dagligu viðskiftafólkini, ferðaløg, sum koma á vitjan, ið vilja hava ymiskt at vita. Hesi fáa vit betri tikið ímóti her í nýggju útsøluni, sigur Annika Waag, virkis- & góðskuleiðari á Føroya Bjór.

 

Whisky destillaríið er eisini nakað nýtt, sum prýðir hølini við sínum skínandi koparpottum og -pípum. Og so liggur eisini whiskytunna nr. 18 á goymslu í hølunum, og letur viðskiftafólkini bíða eftir sær.

 

Klokkan 13.00 í dag, varð skipað fyri móttøku, samstundis sum nýggju hølini hjá útsølini á Føroya Bjór alment verður tikin í nýtslu. Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari á Føroyar Bjór tók í móti gestum, sum vóru komin at heilsa uppá, og beyð teimum vælkomin.

 

Uttan at koma nærri inn á hvat og hvussu, so er hetta fyrsta stig í eini størri ætlan at gera karmarnar enn betri hjá mongu viðskiftafólkunum hjá Føroya Bjór, segði Annika Waag, virkis- & góðskuleiðari.