Føroya biskupur til hátíðargudstænastu fyri kongi

Í dag er hátíðargudstænasta fyri Fríðriki X kongi og Mary drotning í dómkirkjuni í Aarhus

 

Hátíðargudstænasta er fyri nýggju kongshjúnunum er í Aahus Domkirke. Myndir: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Tað er í sambandi við trónuskiftið síðsta sunnudag, at Fríðrikur kongur og Mary drotning eru til hátíðargudstænastu í Aarhus Domkirke.

Gudstænastan verður í løtuni send í donskum sjónvarpi. Úr Føroyum er Jógvan Fríðriksson, biskupur við, saman við grønlendska biskupinum og donskum biskupum og próstum. Nógvir politikarar og umboð fyri almenna Danmark eru eisini við til hátíðargudstænastuna.

 

##med2##

##med3##

Nógv løgregla hevur verið at sæð í gøtunum í Aarhus í sambandi við, at kongshjúnini vitja í býnum og eru í krikju.

Klokkan 11 lokala tíð var rutan sperrað, sum kongshjúnini skuldu ferðast eftir úr Marselisborg til Aahus Domkirke.

##med4##

##med5##

##med6##

Tað er biskupurin í Aarhus Stift, Henrik Wigh-Poulsen, sum prædikar í dómkirkjuni. Hann er eisini kongaligur konfessionarius.

Eftir gudstænastuna, sum endar klokkan 14 okkara tíð, fer kongshúskið somu leið heim aftur á Marselisborg Slott sunnan fyri Aahus.

##med7##

##med8##

Keldur: Kongshúsið og Østjyllands Politi.

/ritzau/

 

Hátíðargudstænasta er fyri nýggju kongshjúnunum er í Aahus Domkirke. Myndir: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Jógvan Fríðriksson, biskupur í Føroyum, og Paneeraq Siegstad Munk, biskupur í Grønlandi, eru boðin við til hátíðargudstænastuna saman við donskum biskupum og próstum