Føroya Arbeiðarafelag fingið nýggja nevnd

Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag í gjár stóðu trý fyri vali, Elin K. Sørensen, Kollafjarðar Arbeiðarafelag, Sunrid Vang, Fiskepigernes Fagforenening á Tvøroyri og Maud Túgvustein, Fuglafjarðar Arbeiðskvinnufelag

Elin K. Sørensen og Maud Túgvustein vórðu afturvaldar, og harumframt varð Magnus Pauli Hammer frá Eiðis Arbeiðarafelag valdur í nevndina.

 

Í nevndini sita nú:

 

Georg F. Hansen, formaður

 

Elin K. Sørensen, næstforkvinna

 

Maud Túgvustein

 

Suni Mortensen

 

Marjun S. Debes

 

Amy Jacobsen (vantar á myndini)

 

Magnus Pauli Hammer

 

Føroya arbeiðarafelag takkar Sunrid fyri drúgva og trúgva tænastu í felagnum og fyri sera gott samstarv bæði í viðgong og mótgongd og ynskir henni blíðan byr framyvir.

 

Føroya arbeiðarafelag bjóðar Magnusi Paula vælkomnan í felagið, og gleðir seg til gott samstarv.