Føroya Arbeiðarafelag heitir á 1-2 umboð fyri øll lokalfeløg í Føroya Arbeiðarafelag um at møta til fundar í hølum felagsins í Tórshavn týsmorgunin 15. mai. Ætlanin er at kunna um sáttmálasamráðingarnar og at viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum sum heild.
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at neyðugt er, at øll lokalfeløg og bakland felagsins fær so góða kunning sum gjørligt, og at støðan á arbeiðsmarknaðinum verður umrødd saman við fólkunum í feløgunum runt um í landinum.
– Føroya Arbeiðarafelag hevur limafeløg um alt landið, og vit vilja hava, at tey eru kunnað og fyrireikað, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag í fráboðan. Hann sigur, at tað er neyðugt at greiða frá gongdini, nú sáttmálasamráðingarnar eru slitnaðar, hvør leikluturin hjá teimum ymisku pørtunum er, og hvat tað ítøkiliga merkir, at semingsstovnurin er innkallaður.
Sambært grein 10 í semingslógini kann Semingsstovnurin útseta arbeiðssteðg eina ferð í mesta lagi í eina viku. Hetta hendi fríggjakvøldið beint áðrenn miðnátt, og tískil hevur Semingsstovnurin fram til midnátt fríggjakvøldið at arbeiða í. Eitt møguligt verkfall ella verkbann kann ikki fráboðast fyrr enn tá, og kemur í fyrsta lagi í gildi 48 tímar seinni.
Semingsstovnurin hevur sambært grein 8 og 9 í semingslógini ymisk amboð at arbeiða eftir, men vanligt er, at tá ið stovnurin hevur útsett ein møguligan arbeiðssteðg, so verður arbeitt við einum semingsuppskoti partanna millum.
Seinasta ferðin, Semingsstovnurin var uppi í sáttmálasamráðing millum arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið, var í 2010. Til tríggjar tær seinastu sáttmálasamráðingarnar hava partarnir sjálvir avgreitt samráðingarnar uttan at draga Semingsstovnin uppí.
– Eg hevði vónað, at vit kundu avgreitt samráðingarnar uttan Semingsstovn, men sambært arbeiðsgevarunum var tað ikki møguligt. Nú er neyðugt, at baklandið verður væl og virðiliga kunnað um tað, sum hendir, og at vit umrøða støðuna við fólkini í lokalfeløgunum í Føroya Arbeiðarafelag, sigur Georg F. Hansen.