Førleikamenning av  sjúkrarøktarfrøðingum

Nógv verður tosað um serlæknaøkið, sum avgjørt er umráðandi at raðfesta,  men tíverri verður alt ov lítið ljós varpað á alt tað stóra fakøkið, sum sjúkrarøktarfrøðingar dagliga røkja á okkara sjúkrahúsum. Tað verður alsamt lagt fleiri uppgávur yvir á sjúkrarøktarførðingar uttan at løn, førleikamenning og eyka játtan fylgir við. Sjúkrarøktarfrøðingar taka sær somuleiðis alsamt meiri av serfakligum viðgerðum innan kliniska sjúkrarøkt, psykiatri, barna og neontalsjúkrarøkt, geratriska sjúkrarøkt og intensiva sjúkarøkt.

 

Mangan er tað sjúkrarøktarførðingurin sum fyrst tekur ímóti sjúklinginum, og hevur ti eina stóra høvuðsábyrgd og høvuðsleiklut, at sjúklingurin fær ta fyrstu nøktandi bráðfeingishjálpina.

 

Ì sáttmálanum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum stendur m.a. um førleikamenning, at partarnir eru samdir um:

 

“Miðvís og dagførd eftir og víðariútbúgving av starvsfólkinum er ein fyritreyt fyri virkisfýsnum almennum stovnum við høgum tænastustigi.

 

Og

 

“Hvør stovnur sær skal virka fyri, at starvsfólkinum stendur í boði at kunna menna sín førleika bæði gjøgnum sítt dagliga yrki og víð  eftir- og víðariútbúgving”

 

Hetta er júst kjarnin í at hava eitt høgt fakligt støði á okkara sjúkrahúsum, og at tað verður settur neyðugur peningar av til endamálið. Hetta var eisini orsøkin  til, at 1 mió. varð sett eyka av til at menna og víðariútbúgva  heilsustarvfólk, herundir sjúkrarøktarførðingar. Peningurin er játtaður undir játtanini til universitetssjúkrahúsið,og  tað var semja um, at peningurin skuldi brúkast til at menna heilsustarvfólk, herundir sjúkrarøktarfrøði við sergrein, men tað tykist ógreitt, hvat og hvar hendan mió er endað.  Tað var ongin ivi um, at politiski viljin var,  at játtanin skuldi brúkast til førleikamenning, og  eitt gott stað  at byrja er at víðariútbúgva sjúkrarøktarfrøðingar innan bráfeingissjúkrarøkt (intensiva sjúkrarøkt).  Leysliga verður mett, at tað kostar áleið 400-500 tús kr at útbúgva ein intensiv sjúkrarøktarfrøðing,  og tí hevði hendan játtaða mió. á fíggjarlógini  verið kærkomin á hesum øki. Um vit skulu varðveita eitt høgt fakligt støði innan sjúkrarøkt, um vit ynskja at varðveita sjúkrarøktarfrøðingar á okkara sjúkrahúsum í Føroyum, so er tað alneyðugt, at vit raðfesta førleikamenning og víðariútbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum og heilsustarvfólkum sum heild.

 

 

 

Annika Olsen, valevni hjá Tjóðveldi