Følsk vitjunartøl á portal.fo

Gallup staðfestir nú, at vitjunartølini hjá portal.fo og undirsíðum eru órógvað av følskum vitjanum

Á heimasíðu sínari skrivar Gallup Føroyar, at tey saman við portal.fo og Modernus í Íslandi, sum umsitur vevmátingarlistan, hava kannað vitjunartølini á portal.fo og øðrum atknýttum síðum. Niðurstøðan var, at onkur keypir sokallaðan ”machine generated traffic” fyri at órógva tølini.

- Tó skal viðmerkjast, at Vevmátingarlistin, megnaði at frásortera mestapartin av hesari ferðslu, sum í hesum førinum kom úr Bulgaria og taldi fleiri túsund vitjanir.Vit halda eyga við ferðsluna og hvaðani tey vitjandi koma frá fyri at umganga slíkar støður, skrivar Gallup Føroyar.

 

Gallup Føroyar skrivar víðari, at tey nú fara at kunna allar kundarnar á Vevmátingarlistanum um nýggja reglugerð, sum staðfestir, hvussu allir luttakararnir skulu bera seg at fyri at vísa góðan sið og virðing fyri øðrum á listanum. Avleiðingin av at keypa ferðslu er í fyrstu syftu, at tølini verða strikað fyri eitt tíðarskeið. Harumframt verður tað álagt kundunum á Vevmátingarlistanum at strika tær IP-adressur, sum forbrongla tey veruliga lesaratølini áðrenn eina ásetta freist. Annars kann viðkomandi vera í vanda fyri at vera tikin av Vevmátingarlistanum