Brandstøðin í Havn fekk klokkan 15.30 eina fráboðan frá einum mátara í Havnar kirkju um, at eldur var í kirkjuni.
Tí varð farið til stroks við innsatsleiðara bili og einum sløkkibili oman í kirkjuna, men har kundu brandmenninir bara staðfesta, at alt var í lagi.
Tað hendir av og á, at alarmar siga frá um eld, tó at eingin eldur er í, og tað var hetta, sum hendi nú seinnapartin.
Brandmenninir rykkja út, tá alarmur boðar frá eldi, og er tað følsk fráboðan, so er tað betur at boða frá einaferð ov nógv, heldur enn einaferð ov lítið.










