Krabbameinsfelagið fer nú aftur at hava skeið í einum serligum slagi av terapi fyri fólk við krabbameini og fyri tey, sum hava havt krabbamein.
Tað er eitt skeið í listterapi, sum er eitt tilboð til tey ið hava, ella hava havt krabbamein.
- Royndirnar frá undanfarnu skeiðum hava verið sera góðar og hava víst, at listterapi er ein góður háttur at stuðla fólki, ið eru ella hava verið rakt av álvarsligari sjúku, sigur Krabbameinsfelagið.
- Í hugnaligum og viðurkennandi umhvørvi fært tú, saman við øðrum í somu støðu, møguleikan at verða hoyrdur og rúmaður við tí, tú hevur uppá hjarta, sigur krabbameinsfelagið
- Tú kanst gloyma teg burtur eina løtu í kreativum uppgávum og arbeiða við tí, ið tyngir og tí, ið gevur meining, leggur felagið afturat.
- Listterapi snýr seg ikki um at avrika listarlig meistaraverk. Tað snýr seg um, við máling, tekning, skriving, ella modellering, at arbeiða við tíni støðu.
Ein av teimum, sum hevur verið á einum slíkum skeiði fortelur fyri Krabbameinsfelagnum, at Skeiðið var ein stór gáva.
- Eg merkti lívd, aksept, at verða hoyrd og hjartalag. Har var sorg, gleði og látur og eg føli meg heilari, sterkari og fjálgari. Ein annar, sum var á skeiðnu, sigur soleiðis: - Tað er fantastiskt, at fáa møguleikan at sleppa at luttaka í bólki saman við øðrum , sum hava verið rakt av somu sjúku, hava merkt og sæð deyðaskuggan, hava staðið á lívsins egg, men tó megna at vent eygunum til vónina og aftur til lívið. Fyri meg var skeiðið eitt sera gott og endurmennandi átak.
Skeiðið, sum er ókeypis, byrjar fyrst í apríl og er eina ferð um vikuna í tíggju vikur. Tað, er Fía Lamhauge, "life coach" og listterapeutur, sum hevur skeiðið.
|