Føðingardagar

80 ára føðingardagur
Sunnudagin 25. mai verður Sigrid Olesen, Sandvík. 80 ár. Føðingardagurin verður hildin í Ranhøll í Sandvík leygardagin 24. mai frá kl. 12.00 til 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.

80 ára føðingardagur
Týsdagin 20. mai fyllir Áki Dimon, Tvøroyri, 80 ár. Opið hús verður sunnudagin 18. mei frá kl.13.00-17.00 í heiminum hjá soninum Birgir, í Brekkutúni 20 í Trongisvági, har øll eru hjartaliga vælkomin.

60 ára føðingardagar
15. juni verður mamma okkara, Maiken Anita Vígdá Højgaard, 60 ár og 24.06 verður pápi okkara, Richard Højgaard, 60 ár. Tí vilja vit fegin bjóða familju, vinum og kenningum at halda dagarnar saman við okkum leygardagin 14.06.2014. - Dagurin verður hildin á Svangaskarði kl. 18.00. Tit kunnu tekna tykkum við at senda boð ella ringja til: Malan Højgaard (malan_h@hotmail.com), Kristian Erling Højgaard (599068 ella kevh@olivant.fo) ella Anja Højgaard (251090). Seinasta freist at tekna seg er 01.06. Vit gleða okkum ótrúliga nógv at fagna hesi megnarfólk.
Vinarliga børnini

50 ára føðingardagur
5. juni fyllir Ingun Poulsen 50 ár. Føðingardagurin verður hildin fríggjakvøldið 30. mai kl. 19.00 í VB – húsinum. Øll, ið vilja hátíðarhalda dag­in saman við mær, eru hjarta­liga vælkomin at boða frá á telefon 59 09 95 ella 37 31 12, áðrenn 20. mai.
Ingun

50 ára føðingardagur
26. juni  fyllir Jens Petur Brattalíð 50 ár. Dagurin verður hildin í VB húsinum fríggjadagin 20.juni kl. 19:00. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við mær, eru vælkomin at siga frá, innan 10 juni, á tlf. 293083 ella tlf. 374243, mail: jpb@ssl.fo