Í nógv ár á rað hava japansku bilarnir við Toyota á odda verði nummar eitt í hesum kanningum. Í ár bleiv tað so ein týskur bilur, Ford Focus, sum fór við sigrinum fyri bilar frá 1 til 3 ár. Nummar 2 bleiv Toyota Avensis og nummar 3 blivu Toyota Starlet og Corolla.
TÜV kanningarnar eru frágreiðingar um hvussu bilarnir klára seg eftir nøkrum árum. Teir bilarnir sum hava minst brek fáa best karakter. Fyri bilar millum 4 og 5 ár bleiv Toyota Starlet nummar eitt.










