Fimm limir í felagnum høvdu skrivliga gjørt FNÚ vart við, at teir ikki mettu, at valið av nevndini á aðalfundinum á Læraraskúlanum leygardagin tann 16. apríl 2005 var farið fram, sum felagsins viðtøkur fyriskriva.
Grundað á vantandi samskifti við nevndina kallaðu limirnir inn til eykaaðalfund í Norðurlandahúsinum leygardagin tann 24. september 2005 kl. 15.00.
Á fundinum vóru førd fram sjónarmið um, at aðalfundurin ikki var farin fram sambært viðtøkum felagsins. Eisini vóru mannagongdinar, tá íð limir kalla inn til eykaaðalfund, umrøddar.
Limirnir eftirlýstu eina størri profilering av sjónarmiðunum hjá FNÚ, m. a. eisini støðutakan til ætlaðu vatnorku-útbygging Eiði 2.
Fundurin samtykti, at lýsast skal til eyðkaaðalfund at verða hildin hósdagin hin 20. oktober 2005, sigur Føroya Náttúruverndarfelag, FNÚ, í tíðindaskrivi.










