Fyrsta virðislønin á ársins útgávu av FMA er júst handað.
Sum vanligt, so byrjar ballið við at Rithøvundafelagið kunngerð, hvør hevur fingið heiðurin fyri ársins tekst.
Hesaferð er tað Marjun Syderbø Kjælnes, sum fær eina FMA virðisløn. Hon hevur skrivað sangin Verð Mín til útgávuni At the Heart of a Selkie, sum Eivør hevur givið út saman við Peter Jensen og DR Big Band.
Rithøvundafelagið grundgevir soleiðis fyri valinum:
- Grundgevingarnar fyri valið eru millum annað, at teksturin megnar at sameina eldri og nýggari mentan í tónleikatekstaskapi. Teksturin leitar aftur til sagnmentanina, vit eiga her á landi, ið samstundis hevur streingir út í heim, bæði í mun til uppruna, tulking og nýtulking. Teksturin megnar samstundis at standa einsamallur uttan fyri útgávukontekstin, og er tíðarleysur. Teksturin er merktur av góðum og vandum lyriskum gávum og førleikum, ið ikki bera brá av tyngd, tá teksturin verður fluttur yvir í tónleik.
Tað vóru Sissal Kampmann og Vónbjørt Vang, sum handaðu henni virðislønina.
Undanfarnir móttakarar av virðislønini fyri ársins tekst eru:
2014: Jóanes Nielsen fyri sangin Lívið er júst sum tað er, sum Kári Sverrison gav út í 2014
2015: Petur Pólson fyri sangin Øskuhav, sum hann, saman við Benjamin Petersen gav út í 2014 undir navinum AVE.
2016: Gunnar Hoydal fyri Maðurin, sum gekk móti ljósinum, sum er á útgávuni Havið, sum systir hansara, Annika Hoydal, gav út.