FMA: Veitslurómur í Norðurlandahúsinum

Faroese Music Awards 2019 er byrjað

Um fáar minuttir fer ársins Faroese Music Awards av bakkastokki. Nógv fólk hava leitað sær í Norðurlandahúsið í kvøld, her tað besta av føroyska tónleikinum farna árið verður fagnað. 17 virðislønir skulu handast, og stemningurin er sum vera man sera góður. Rólant Waag Dam er vertur.

 

Nógvur tónleikur verður á skránni í kvøld eisini í sambandi við handanirnar. Tey, ið framføra í kvøld eru:

Páll Finnur Páll, Birita Poulsen, Silvurdrongur, Marius, Ingi Poulsen, Kári Sverrisson & Hans Jacob Kollslíð, Joe & The Shitboys, Jasmin, Teitur og VSJ.

 

Greinar um tað nýggjasta til FMA verða lagdar út á in.fo sum kvøldið líður, og myndir verða eisini lagdar út so hvørt. 

 

Talið av tilnevningum er stórt, og tú kanst síggja allar tilnevningarnar HER.

 

FMA verður sent beinleiðis á Kringvarpinum - fylg við HER.