FMA nærkast

Reyða teppið er lagt út, Norðurlandahúsið er skrýtt og friður valdar eina løtu. Brátt lata dyrnar upp.

Reyða teppið er lagt út, Norðurlandahúsið er skrýtt og friður valdar eina løtu. Brátt lata dyrnar upp.

 

Onnur útgávan av Faroese Music Awards fer av bakkastokki klokkan 20.00, og í Norðurlandahúsinum letur alt til at verða klárt. 

 

Dyrnar opna klokkan 19.30, men so smátt eru tónleikarar og onnur, ið ikki einans skulu njóta løtuna, farin at fylla Norðurlandahúsið.

 

Rólant Waag Dam, samskipari, heldur, at alt er klárt til stóru løtuna.

- Ja, eg haldi at alt er tilreiðar nú. Alt er sett upp, ljóðroyndirnar eru lidnar, skráin er løgd og eg haldi, at øll eru tilreiðar til at tiltakið skal byrja, sigur hann, ein góðan tíma áðrenn tiltakið fer av bakkastokki.

 

In.fo fylgir tiltakinum beinleiðis, men tað verður varpað út í Kringvarpinum og á Rás 2, eins og at møguligt er at síggja tiltakið á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, kvf.fo.