- Tað er fantastiskt at síggja so fjølbroyttan tónleik eitt kvøld, sigur Vígdis Skorheim. Saman við manninum, borgarstjóranum í Klaksvík, er hon komin í Norðurlandahúsið til FMA 2017.
Jógvan Skorheim lat seg bergtaka av framførsluni hjá Tjant, sum framførdi teirra sang um at vit mugu eta meiri fisk.
- Kreativiteturin økist hvørt ár, sum til dømis hesin sangurin um fisk. Tað er kanska tað, sum upprunin av Klaksvík oftani er, og tað er stuttligt at síggja, sigur borgarstjórin í Klaksvík.
Hann vónar sjálvsagt at onkur virðisløn endar í Klaksvík og sigur, at kanska sleppir hann sjálvur at heiðra onkran klaksvíking við eini virðisløn.