FMA: - Hesa virðislønina vil Hans Marius helst vinna

-Tað hevði verið ótrúliga stuttligt at komið heim við einari FMA virðisløn, men mest av øllum gleði eg meg bara til tiltakið, sigur Hans Marius Ziska

- Tað hevði verið ótrúliga stuttligt at komið heim við einari FMA virðisløn, men mest av øllum gleði eg meg bara til tiltakið, sigur Hans Marius Ziska, sum er tilnevndur til fýra virðislønir til ársins FMA.

 

FMA nærkast í hvørjum, og leygarkvøldið verður Norðurlandahúsið karmur um ársins tiltak, har føroysku tónlistavirðislønirnar skulu handast. Tey bestu innan føroyskan tónleik skulu heiðrast, og sum vera man eru tónleikararnir spentir til at frætta úrslitið. 

 

Ein teirra, sum hevur verið ógvuliga virkin í 2015, er Hans Marius Ziska.

 

Hans Marius er tilnevndur til ársins sangara, fløgan Home er tilnevnd til ársins fløgu, lagið Going Home er tilnevnt til ársins lag og Marius er tilnevndur til ársins bólk/einstakling, og allar tilnevningarnar eru í kategoriini Popp/rokk.

 

- Eg eru í uppskotið saman við nøkrum ótrúliga dugnaligum tónleikarum. Eivør hevur eisini verið ógvuliga virkin í 2015 og hon verður ring at sláa. Og hóast tað hevði verið stuttligt at komið heim við einari FMA, so gleði eg meg mest til sjálvt tiltakið, sigur Hans Marius Ziska.

 

Fyri hann og aðrar tónleikarar við, hevur FMA stóran týdning.

 

- Eg haldi, at tiltakið er feitt. Fólk virka til at vera glað fyri tað, og eg haldi tað stuttligt, at man ger eitt so stórt tiltak til frama fyri tónleiki, sigur Hans Marius Ziska.

 

Tað ger tað, at tónleikararnir kenna seg virðismettar, heldur evnaríki sangskrivarin. Men hóast tiltakið og tilnevningarnar í sær sjálvum eru nóg mikið, so hevði Hans Marius einki havt ímóti, at vunnið heiðursløn fyri ársins live bólk.

 

- Vit hava verið sera virknir í 2015, og ársins live bólkur er ein virðisløn, sum áskoðararnir velja. So tað hevði verið stuttligt at vunnið hana. Men aftur her eru nógv góð nøvn at velja ímillum, staðfestur Hans Marius Ziska.

 

Hvør vinnur hesar og aðrar virðislønir við, kanst tú frætta leygarkvøldið, tá ið FMA verður í Norðurlandahúsinum og sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

 

Eisini her á in.fo fylgja vit FMA, og tú kanst síggja myndir, úrslit og samrøður á in.fo, tá ið FMA fer av bakkastokki leygarkvøldið.

 

Vilt tú gera tína ávirkan galdandi til FMA, so kanst tú velja hvør skal vera Ársins live bólkur 2015.

 

Send sms til 1940 við boðunum:

“FMA + navnið á einum bólki ella einstaklingi”

 

Dømi: “FMA Bólkur”

 

Við atkvøðuni er tú við í lutakastinum um atgongumerki til Summarfestivalin og G!

Til ber bert at atkvøða eina ferð. Kostnaður er fimm krónur umframt vanligan takst.