FMA: Her er ársins nýggja navn

Hon er spádd eina bjarta framtíð og hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum í ár. Hon hevur verið á fleiri konsertferðum, millum annað í Týsklandi, men í kvøld er hon í Norðurlandahúsinum, har hon júst hevur tikið móti FMA-virðislønini fyri ársins nýggja navn. Talan er um tónleikakvinnuna Konni Kass.

 

Hon hevur veruliga fingið luft undir veingirnar við fyrstu útgávu síni Haphe, sum kom út í novembur.

 

Hini tilnevndu vóru:

Benjamin Rajani

FRUM

GUT Productions

KATA

Konni Kass

Tóra Vestergaard

 

Hon kemur í gott selskap, má sigast. Undanfarnir vinnarar eru Byrta í 2014, AVE í 2015 og Punjab í 2016.

 

Tað var Árni Olsen, marknaðarleiðari á Atlantsflog, sum handaði henni virðislønina.