Aftur í ár verður stórfingna tiltakið FMA fyriskipað. 21 virðislønir og 13 framførslur eru á skránni. Og eitt so stórt og vælumtókt tiltak kemur ikki av ongum. Aftanfyri eitt tílíkt tiltak eru nakrir framúr góðir fyriskiparar. Ein teirra er Rólant Waag Dam, sum er samskipari.
-Áhugin fyri FMA er avgjørt vaksandi, ásannar Rólant Waag Dam.
Atgongumerkini eru á hvørjum ári útseld og nú verður Faroese Music Awards eisini sent beinleiðis í sjónvarpinum. Rólant heldur, at tað er stuttligt, at tónleikararnir ynskja at luttaka, og vísa FMA so stóran ans.
Og eitt tiltak sum FMA er alneyðugt fyri føroyskan tónleik og føroyingar annars.
-Vit í Føroyum tørvaðu eitt tiltak har føroyskur tónleikur varð settur í brennidepilin.
Og tónleikararnar lata eisini væl at FMA. Rólant heldur, at teir hava tikið sera væl ímóti tí, og er glaður fyri at sovorðið tiltak endiliga er komið til frama fyri tónleikarunum í Føroyum.
-Hvørt ár fáa vit so nógv frá teimum føroysku tónleikarum, og tí er FMA eitt upplagt høvi at geva teimum okkurt aftur, sigur Rólant.
Men fyrireikingarnar taka langa tíð, og har er nógv, ið skal gerast. Miðlahúsið, Norðurlandahúsið og Kringvarpið skulu øll samstarva um tiltakið, so alt gongur upp í eina hægri eind.
-Tað verður deiligt, at endiliga fáa allar fyrireikingarnar á Føroya besta pall og bjóða áskoðarunum, hyggjarunum og lurtarunum tríggjar tímar av fantastiskum tónleiki, sigur Rólant.
Rólant sigur eisini, at FMA-tónleikaúrvalið er størri í ár, enn tað var í fjør, og tað er bara at gleðast um.
-Vit fevna alla breiddina. Vit hava alt frá popprinsessum til harðan rokk og eisini kór, sigur Rólant.
-Tað besta við FMA er, at tað er eitt fevnandi og savnandi tiltak fyri øll, sigur Rólant Waag Dam at enda í samrøðuni við In.fo.