FMA atkvøðugreiðsla steðgar klokkan 13

Nú verður endaspurturin til sms-atkvøðugreiðsluna á FMA settur inn

Avgerðirnar í samband við FMA verða tiknar av tveimum pørtum. Annar parturin dómsnevndirnar, sum eru settar í ymsu bólkunum. Hin parturin er sms-atkvøður, har allir føroyingar kunnu geva sína hugsan til kennar við at senda sms-boð.


Vegleiðingina til sms-kappingina finnur tú her.


Sms-atkvøðugreiðslan hevur verið í gongd síðani 3. mars, men hon steðgar klokkan 13.00 í dag.


Tískil ræður um at skunda sær, um tú ynskir at geva tína hugsan til kennar.


Rólant Waag Dam, samskipari av FMA, greiddi í sendingini Rás2 morgun frá sms-kappingini og endaspurtinum har. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.


Norðurlandahúsið, Kringvarp Føroya og Miðlahúsið skipa fyri FMA, sum verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 15. mars.