Árni Andreassen eigur ársins útvarpshitt 2023 við sanginum "Tá eg sá teg".
Við FMA í kvøld tók sonurin, Julian Andreassen, ímóti. Tað er eisini hann, ið hevur framleitt sangin.
Sambært KVF lógu hesir 3 sangirnir fremst í kappingini um at gerast ársins Útvarpshitt:
11.000 atkvøður komu inn í atkvøðugreiðsluni um at vinna "Ársins útvarpshitt" í Kringvarpi Føroya.
Við 18% av teimum góðu 11.000 atkvøðunum í finaluni, vann "Tá eg sá teg" hjá Árna Andreassen.
Sangurin "DNA" hjá Adrenalin gjørdist nummar tvey við 15%, og á triðja plássi er "Mr. Wrong" hjá Kristinu Bærentsen, sum fekk 12% av atkvøðunum.











