FMA: 15 framførslur og 21 virðislønir

Tað verður eitt stórsligið kvøld í Norðurlandahúsinum, tá ið FMA bjóðar inn til livandi tónleik í hópatali og 21 virðislønahandanir.

Tað verður eitt stórsligið kvøld í Norðurlandahúsinum, tá ið FMA bjóðar inn til livandi tónleik í hópatali og 21 virðislønahandanir. 

 

Á skránni eru framførslur frá Alvi Joensen, Vágaverk, Systrar, Sakaris. Yggdrasil, Dánjal á Neystabø, Tollarar Og Syndarar, AVE, Quarter To Three, Hallelujah Sofus, Greta Svabo Bech, Signar í Homrum, Kristina Bærentsen, TÝR og Eksperiment. 

 

Samstundis skulu 21 virðislønir handast. 

 

Tað er útselt til FMA, men til ber at fylgja við tiltakinum á Rás2 og í Útvarpinum, umframt, at tiltakið verður stroymað á kvf.fo. Harumframt verður in.fo á staðnum, og har ber til at síggja myndir og frásagnir frá kvøldinum. 

 

FMA verður leygarkvøldið klokkan 20.00. 

 

Sí meira um FMA á Facebook síðuni hjá Faroese Music Awards.