##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu reportarin hjá FM1, Jóna Nicolajsen gjørdi við samskiparan og miðlafólkið hjá FSF, Mariu Ziskason Nesá.
Í kvøld klokkan 18 skal føroyska fótbóltskvinnulandsliðið royna seg móti Ukraina í HM-undankappingardysti á Tórsvølli.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Ukraina. Sendingin byrjar klokkan 17.20 fríggjadagin. Frásøgufólk verður Jóna Nicolajsen, ið millum 2016 og 2019 leikti sjey landsdystir fyri Føroyar. Viðmerkjari verður Frankie Jensen, venjari og fótbóltsviðmerkjari.
Maria vónar, at føroyska liðið kann skora móti Ukraina í kvøld og standa eftir við einum góðum avriki.











