Í dag klokkan 14 verður landsdystur millum Andorra og Føroyar. Talan er um annan dystin í Nations League kappingini. Dysturin verður spældur á Estadi Nacional leikvøllinum í Andorra.
Vegna korona og reglugerðina hjá UEFA er tað næsmast ógjørligt, at ferðast við landsliðnum í hesum døgum. Tí er einki tíðindafólk við á ferðini. FM1 fer tí at fylgja dystinu beinleiðis úr studio, har Teitur Joensen verður viðmerkjari.
Í upptaktini, sum byrjar klokkan 13 verður tosað við millum annað legendariska miðverjan hjá Andorra, Ildefons Lima. Hann er í løtuni tveittur av landsliðnum hjá Andorra av fótbóltspolitiskum orsøkum.
Landsdysturin millum Andorra og Malta byrjar klokkan 14. FM1 sendir frá klokkan 13. Eftir dystin verða eftir ætlan samrøður úr Andorra. Viðerkingar og spurningar til sendingini kunnu sendast inn á 559999.
##ms##