Bøgøta skal vera einsrættað omaneftir, og Konradsbrekka skal vera einsrættað niðaneftir.
Tað er loysnin, sum Tórshavnar kommuna ætlar at leggja fyri vinnuna í miðbýnum í dag, nú ónøgd hevur tikið seg upp um ferðslubroytingarnar í sambandi við, at skoytubreytin í ár skal liggja í Vágsbotni.
Tórshavnar kommuna hevur ikki verið nóg góð at taka vinnuna upp á ráð, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, í samrøðu við FM1 á middegi. Vinnan er kortini boðin á gátt á Hotel Hafnia seinnapartin í dag, har møguleiki verður at hoyra um tillagaðu ferðsluætlanirnar hjá kommununi og at koma við viðmerkingum, sigur Bogi Jacobsen.