Í kvøld verður fyrsti landsdysturin hjá nýggja landsliðsvenjaranum, Håkani Ericson. Føroyska landsliðið hevur eisini fingið nýggjan búna, sum á fyrsta sinni verður brúktur á A-landsliðnum í kvøld móti Malta í Nations League.
Tá U21-landsliðið mikukvøldið vann 3-1 á Ísrael, var tað í nýggjum landsliðsbúna, sum aftur hesaferð er av italska klædnamerkinum MACRON. Tað er eitt gott ár síðan, at nýggi búnin varð sniðgivin, og frá hósdegnum fæst hann til keyps.
FM1 hevur beinleiðis sending frá klokkan 15 við upptakt til landsdystin, sum byrjar klokkan 19.45. Sum partur av sendingini kanst tú vinna tvær landsliðstroyggur. Eina hvíta heimatroyggju og eina myrkabláa útivallartroyggju.
Spurningurin til SMS-kappingin er, hvør er nýggjur liðskipari á føroyska landsliðnum. Fyri at vera við í lutakastinum skal tú senda eitt SMS á 559999 við rætta svarinum. Drigið verður í 3. Hálvleiki eftir dystin.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##