FM1: Vakra málið fánaði burtur í mista sigrinum

(FM1) Hoyr hvussu Janus Svabo Samuelsen legði AB á odda 1-0, og hoyr hann harmast 1-1 javnleikin móti EB/Streymi

##med2##

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá vakra málinum Janus Svabo Samuelsen skoraði tá hann legði AB á odda 1-0 móti EB/Streymi.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Janus Svabo Samuelsen aftaná dystin. 

Janus Svabo Samuelsen og liðfelagarnir í AB vóru leingi á sigurskós, men í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat mistu hann og liðfelagarnir sigurin, tá Niklas Kruse javnaði fyri EB/Streym til endaliga úrslitið 1-1. Minuttin aftaná mundi EB/Streymur farið við øllum tá Andras Olsen stútaði bóltin á stongina.

Janus greiðir frá, at tað var ein trýstur stemningur í AB-leguni aftaná dystin, at fyrsti sigurin í hesum kappingarárinum heldur ikki kom í kvøld. Vakra málið hjá Janusi kom at standa í skugganum av mista sigrinum. 

HER  ber til at hoyra: 1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá málinum Niklas Kruse fekk, tá hann javnaði til 1-1 fyri EB/Streym í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat. 2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Árna G. Olsen aftaná dystin

(Hoyr málið Janus Svabo Samuelsen skoraði fyri AB móti EB/Streymi, og hoyr eisini samrøðu við málskjúttan)