FM1: Víkingur fegnast um grannasigurin - ÍF fegnast um kappingarárið

(FM1) Hoyr samrøður við hattrick-skjúttan hjá Víkingi, Jákup Johansen og við annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus, ið settu orð á 4-1 sigurin hjá Víkingi á ÍF í dag

##med2##

Í Eysturkommunu kunnu tey í dag fegnast um, at tey eru samlað betur enn ÍF í teimum trimum innanhýsis dystunum í kappingini í ár. 

Við 4-1 sigrinum á ÍF í Sarpugerði í Norðragøtu í kvøld hevur Víkingur vunnið tvær av trimum grannauppgerðum móti ÍF hetta kappingarárið. Stóra hetjan hjá Víkingi í dag var Jákup Johansen, ið skoraði hattrick. 

Víkingur - ÍF 4-1 (2-0)
Jákup Johansen 1-0 (5.)
Sølvi Vatnhamar 2-0 (13.)
Jákup Johansen 3-0 (51.)
Jákup Johansen 4-0 (59.)
Sámal Joensen 4-1 (90.+2)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Árni Gregersen og FM1 gjørdu við Jákup Johansen og annan av ÍF-venjarunum, Hans Jørgen Djurhuus. 

Jákup Johansen stórfegnast um hattrickið og, at Víkingur kundi enda kappingina við einum grannasigri. Hans Jørgen staðfestir eitt vánaligt ÍF-avrik í dag, men hann heldur, at samlað hevur ÍF havt eitt góðkent kappingarár, og nú ætla teir í ÍF at byggja uppá. 

(Samrøður: Jákup Johansen og Hans Jørgen Djurhuus)