FM1: Uros gav Klæminti skarpan gang í toppskjúttastríðnum

(FM1) Hoyr samrøður við toppskjúttarnar, Evy á Lakjuni (KÍ), Klæmint A. Olsen (NSÍ) og Magnus Jørmundsson (ÍF), ið umboðaði hin toppskjúttan hjá monnum, Uros Stojanov

##med2##

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr Trónd Arge kunngera ársins toppskjúttar, Evy á Lakjuni (KÍ) hjá kvinnum, og Klæmint A. Olsen (NSÍ) og Uros Stojanov (ÍF) hjá monnum.

2) Hoyr samrøðuna Maria Z. Nesá gjørdi við Evy á Lakjuni, ið greiddi frá, at nú fer hon at finna sær eitt felag í Danmark, tí hon fer niður at lesa.

3) Hoyr samrøðurnar Maria Z. Nesá gjørdi við Klæmint A. Olsen, og við Magnus Jørmundsson, ið tók móti heiðrinum vegna Uros Stojanov. Klæmint væntar sær ikki at røkka 300 málum í bestu mansdeildini, men hann ætlar at skjóta fitt av málum í 2021. Magnus undirstrikaði tann risastóra týdningin Uros hevur havt fyri ÍF farna kappingarárið. 

##med3##

 

(Samrøður við ársins toppskjúttar 2020)