##med2##
Á ljóðfiluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Fótbóltspanelið, ið var á FM1 seinnapartin.
Umframt, at róð var aftur á ótrúliga avrikið hjá KÍ í Europa League undankappingi, so var eisini ring til formannin í Róin Schrøter og Agnar Prestá, ítróttarmiðlarmann hjá portal.fo.
Róin Schrøter slær fast, at tað er tað er tvingandi neyðugt fyri at kunna avgreiða kappingina í Betrideildini, at dysturin millum KÍ og AB verður spældur nú sunnudagin, um enn tað ikki er optimalt fyri fyrireikingarnar hjá KÍ til stóra Europa League Play Off dystin móti Dundalk á útivølli komandi hóskvøld.
Tróndur Arge og Agnar Prestá tóku samanum avrikini hjá KÍ og B36 í Europa League, og Tróndur fekk Agnar at meta um umfarið í Betrideildini hesaferð:
Sunnudagin klokkan 15: KÍ-AB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: NSÍ-Skála
Sunnudagin klokkan 15: TB-Víkingur
Sunnudagin klokkan 16: ÍF-EB/Streymur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Mánakvøldið klokkan 19: B36-HB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)