FM1: Todi við gott mót hóast tap - Dan fegnast um tiltrongdan sigur

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar hjá NSÍ og B36 seta orð á 2-0 sigurin hjá B36 við Løkin

##med2##

 

Flestu onnur ár í hesari øldini hevði ein dystur millum NSÍ og B36 við Løkin í Runavík verið ein topp-5 uppgerð. Í kvøld gjørdist talan um eina uppgerð millum tvey lið sum undan dystinum lógu illa fyri á stigatalvuni.

 

B36 fann netmeskarnar hjá NSÍ tvær ferðir í fyrra hálvleiki, og tað gav teimum ein hart tiltrongdan 2-0 sigur.

 

NSÍ-B36 0-2 (0-2)

 

0-1 Brian Jakobsen (30.)

 

0-2 Bjarki Nielsen (37)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá báðum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Toda Jónsson sum heldur, at leikliga var talan um eitt gott avrik hjá NSÍ, og hann er við gott mót, at gongdin hjá NSÍ fer at venda skjótt.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík sum er sera fegin um at fáa ein sigur aftur aftaná trý tap á rað. Dan staðfestir, at tað kravdi nakað av spælarunum at kunna vinna ein dyst aftur.