##med2##
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri
Flestu av føroysku áskoðarunum í Parkini mundu leggja merki til, at tað vóru fýra føroyskir vaktir við til dystin. Hetta er nakað, sum UEFA krevur frá limalondunum, tá tey spæla á útivølli.
- Vit hava jú ábyrgd av okkara áskoðarum. Um tað hendir okkurt, so er tað vit sum fáa revsing. Tí skulu vit taka okkum av føroysku áskoðarunum, sigur Terji Nielsen, ið hevur trygdina um hendi, tá føroyska landsliðið spælir.
Millum uppgávurnar vóru at tryggja, at føroysku áskoðararnir komu frá upphitingarstaðnum “Proud Mary’s” til Parkina í góðari tíð.
- Tað gekk væl og fólk vóru longu uttanfyri Parkina tveir tímar fyri dystarbyrjan, tá hurðarnar lótu upp. Áskoðararnir skuldu eisini vísa koronupass og tað tryggjaðu vit okkum, at tey gjørdu og náddu at koma inn, sigur Terji Nielsen.
Í samrøðu við FM1 greiðir Terji Nielsen frá leiklutinum hjá honum sum trygdarumboð, og um landsdystin í Parkini móti Danmark og hvussu Ísrael er í serstøðu, tá tað kemur til trygd.