FM1: Takkaði spælarunum fyri at finna fram føroyska stríðsandan

(FM1) Hoyr ein fegnan landsliðsvenjara seta orð á gleðina at vinna í fyrstu royndini

##med2##

- Eg takkaði spælarunum fyri, at teir funnu fram tann føroyska stríðsandan. Eg havi sagt við teir, at teir kunnu sleppa at kenna seg sum heimsmeistarar í 24 tímar nú. Eftir tað fara vit at fokusera uppá dystin móti Andorra á útivølli. Hetta segði ein glaður landsliðsvenjari við reportarin hjá FM1 aftaná minniliga 3-2 sigurin á Malta, har talan gjørdist um eitt rimmar comeback móti dystarenda.

Føroyar – Malta 3-2 (1-1)

1-0: Klæmint A. Olsen (25.)

1-1: Jürgen Degabriele (37.)

1-2: Andrei Agius (73.)

2-2: Andreas Lava Olsen (87.)

3-2: Brandur H. Olsen (90.)

Håkan Ericsson var sera nøgdur við tann fyrsta stóra hálva tíman av dystinum, men viðgongur, at føroyska liðið aftaná hetta hevði stórar trupuleikar eitt langt tíðarskeið av dystinum, men so gjørdi liðið ein avgerandi vørr móti dystarenda, og so endaði tað lukkuligt.

Fyri Håkan Ericsson hevur tað stóran týdning at fáa ein sigur í tí fyrstu royndini.

Håkan Ericsson hevur sett sær sum mál, at hann skal duga tjóðsangin til dystirnar í oktober. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Håkan Ericsson undir skerdum Korona-umstøðum. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá hæddarpunktinum. Hoyr eisini viðmerkjaran, Jens Martin Knudsen taka samanum eitt minniligt avrik, og hoyr samrøðurnar Tróndur gjørdi við Lava og Brand H. Olsen. 

##med3##

 

(Samrøða við Håkan Ericsson, landsliðsvenjara aftaná fyrsta sigurin)