##med2##
Annar av gestunum hjá Tróndi Arge í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin var fótbóltsviðmerkjarin, Teitur Joensen.
Tróndur Arge og Teitur Joensen tóku samanum kappingina higartil. Teitur hevur framvegis HB sum fremsta FM-favorittin, og hann sær bara, at KÍ og B36 kunnu hótta KÍ, har KÍ er eitt sindur sterkari boð.
Tróndur bað Teit meta um dystin á Argjum í kvøld millum AB og Skála, ið byrjar klokkan 19. Har væntar Teitur, at AB fær sín fyrsta sigur í ár.